Sjúkrarøktarfrøðingur til P40
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Sjúkrarøktarfrøðingur til P40

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi ? Vit hava brúk fyri einum sjúkrarøktarfrøðingi til psykiatrisku songjardeildina P40 – intensiva partin PI. Talan er um eitt starv á brøki 0,8 til setan 1. juni 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið er í skiftandi vaktum.Sjúkrarøktarfrøðingur til Psykiatriska Depilin

Okkara deild er ein akut og intensiv psykiatrisk viðgerðardeildin við 7 plássum. Vit taka ímóti sjúklingum, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur.

Umframt teir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, sum arbeiða á deildini, eru fleiri aðrir fakbólkar við til at mynda okkara tvørfakliga arbeiði.

Rehabilitering og recovery eru berandi hugtøk í tilgongdini til røkt og viðgerð okkara. Hetta setir høg krøv til okkum um, at fakligheit, álit, ábyrgd, vælskipaðar sjúklingagongdir og vælvirkandi tvørfakligt samstarv skal eyðkenna arbeiði.

Á psykiatriska deplinum, arbeiða vit við “Quality Improvement” til dygdarmenning. Vit hava m.a fokus á trygd og dygd í mun til heilivágsviðgerðir, likamligar sjúkur hjá fólki við sálarsjúku, at minka um tvingsilsátøk, sjálvmorðsfyribyrging og týdningin av leiklutinum hjá sjúklingi og avvarðandi í viðgerðini. Deildin fer í næstum undir at arbeiða eftir meginreglunum í ensku fyriskipanini “Safe Wards”.

Dentur verður lagdur á at tú, umframt prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, eisini hevur:

  • Fakligan áhuga og hug til at menna røkt og viðgerð
  • Góð evni at skapa relatiónir
  • Vilja og evni at arbeiða í tvørfakligum toymi
  • Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevni, og er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Eitt opið og jaligt tænastusinni
  • Vilja og hug til at arbeiða við dygdarmenning 

Vit kunnu bjóða tær:

  • Góða innleiðslu
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring í dygdarmenningaramboðum
  • Eitt gott arbeiðspláss

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við seta seg í samband við deildarleiðaran á P40/PI, Lisbeth Vang, á lisbeth.vang@ls.fo ella á tlf 304599, lokal 4443.

Umsóknarfreistin er 30. apríl 2018

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli, skulu havast við til møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum ”Leys størv”.

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER