Føðideildin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðiligum varaleiðara
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Føðideildin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðiligum varaleiðara

Føðideildin er ein samansett eind við fýra ymiskum sergreinum, ið umfata føðingar, barnakonur, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru tilknýttir deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennadi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum. Føðideildin A2 á skurðdeplinum lýsir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðiligum varaleiðara við útbúgving innan serøkið Neonatalogi. Talan er um eitt fast starv til setan pr. 1 juni 2018 á brøki 1,0.

Dentur verður lagdur á 

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • førleika at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • Góðar telduførleikar 

Vit bjóða 

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar 

Arbeiðsuppgávur   

  • Autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur/neonatalsjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan barsilsøki
  • Royndir innan neonataløkið 

 Ábyrgd og myndugleiki 

  • Virkandi, tá ið deildarleiðarin er burturstødd.  
  • Virkar eftir linjum, ið deildarleiðarin hevur lagt.
  • Menna starvsfólk og lesandi við at veita fakligan stuðul og undirvísing. Er við til at tryggja eitt høgt fakligt støði á barsilsøkinum og neonataløkinum.
  • Undirvísing og upplæring av neonatalsjúkrarøktarfrøðingum.
  • Uppfylgjan av mannagongdum, instruksum og statistikkum 

 Fyrisitingarliga 

  • Ábyrgd saman við deildarleiðara av, at málini fyri deildina verða gjørd og eru dagførd.
  • Ábyrgd av lesandi og nýggjum starvsfólkum í samráð við deildarleiðaran.
  • Skipa fyri innkeypi av heilivági og syrgja fyri tryggari goymslu av hesum.
  • Skipa fyri skynsamari nýtslu av búnaði á deildini.
  • Leggja til rættis og gera innleiðsluætlan viðvíkjandi nýsettum starvsfólki og lesandi.
  • Ábyrgd av at reglugerðir verða fylgdar t.d. viðvíkjandi reinføri, eldsløkking og rættari nýtslu av tólum.
  • Viðlíkahald av prosedurubók, prosedurubakkum, akutbakkum og útgerð
  • Viðlíkahald av tilbúgvingarætlanini.
  • Fyrireika deildarfundir saman  við deildarleiðaranum. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Landssjúkrahúsið og tænastan er í løtuni Skurðdepilin, Føðideildin. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jannet Poulsen, deildarleiðara á A2, tlf. 304500, lokal 5022, lsjanpo@ls.fo  

Umsóknarfreistin er 27. apríl 2018 

Søk starvið her

Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Leys størv”.

Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER