UNDIRVÍS Á GLASI: STØRV LEYS AT SØKJA
GLASIR

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur, við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Til skúlaársbyrjan í august í ár flyta vit inn í nýggja bygningin í Marknagili. Tá er tørvur á undirvísarum í hesum lærugreinum:

 

  1. Alisfrøði
  2. Evnafrøði
  3. Ítróttur
  4. Landafrøði
  5. Lívfrøði
  6. Stjørnufrøði
  7. Støddfrøði
  8. Enskt
  9. Føroyskt
  10. Spanskt
  11. Virkisbúskapur
  12. Altjóða búskapur
  13. Fornaldarfrøði
  14. Heimspeki
  15. Religión
  16. Sálarfrøði
  17. Samfelagsfrøði
  18. Søga
  19. Fotografi
  20. Miðlakunnleiki
  21. Leiklist
  22. Dekoratión

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

FØRLEIKAR

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Tað er ikki neyðugt at hava akademiska útbúgving hjá umsøkjarum til lærugreinina Dekoratión. Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og fegnast um, um tú ríkar hetta toymið við øðrvísi royndum og útbúgvingarleiðum. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktik
  • persónligum førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum
  • starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við ein deildarleiðara við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo.

Freistin at søkja er 30. apríl 2018.

Síggj starvslýsing her

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER