Arbeiðsformaður at leiða eitt toymi hjá HJ Asfalt
SP/F H. J. ASFALT

Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir einum røskum arbeiðsformanni.

Ert tú ágrýtin og dámar tú at taka ábyrd? Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt og hevur tú góð samstarvsevnir? Klárar tú at arbeiða undir trýsti og at taka skjótar avgerðir? 
So er hetta kanska júst nakað fyri teg. Tí her hevur tú møguleika at mynda og menna eina av fáum asfaltfyritøkum í Føroyum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan asfaltarbeiði, ella hevur royndir sum arbeiðsformaður.

Arbeiðsuppgávur:
Sum arbeiðsformaður hevur tú ábyrdina av einum toymi við 3–4 fólkum. Saman við stjóranum kemur tú at leggja til rættis og stýra arbeiðsgongdini í teimum ymisku verkætlanunum. Tú kemur at standa á odda fyri og eisini verða partur av toyminum, ið skal gera uppgávurnar.
Tú hevur m.a. til uppgávu at bíleggja asfalt og lastbilar. Eisini kemur tú at hava eitt ávíst samskifti við kundan.

Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður vanliga frá 08.00–16:00 mánadag til fríggjadag. Men roknast kann eisini við longum døgum og stundum eisini náttararbeiði.

Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, set teg í samband við Egil Johansen, stjóra, á tlf. 211890, ella um teldupost á: ej@hj.fo í seinasta lagi mánadagin 30. apríl.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Eitt sindur um HJ Asfalt                                                                                                                                                                       HJ Asfalt er ein av umleið trimum fyritøkum í Føroyum, ið leggja asfalt. Felagið var stovnað í 2003 og í løtuni starvast fimm fittir og raskir menn har. Við spildurnýggjum asfaltmaskinum, hava vit bestu útgerð í landinum til at asfaltera landsvegir, kommunuvegir, gongubreytir, tún og annað. Framkomna útgerðin ger, at HJ Asfalt gongur á odda við at arbeiða grønari innan økið, og júst hetta menna vit áhaldandi. Í 2016 fingu vit fyrsta og einasta útlærda asfaltarbeiðara í Føroyum. Hetta ger, at arbeiðsfólk hjá HJ Asfalt altíð hava servitan at ráðføra seg við, og kundin kann kenna seg tryggan við arbeiðið, ið skal gerast. Nakrar av verkætlanunum, ið vit hava gjørt, eru: Flogbreytin hjá Vága floghavn, vegabreytina í nýggja tunlinum til Viðareiðis, asfaltarbeiðið við Perlutrappuna í Tórshavn og Nýggjaveg í Klaksvík, sum eisini er ársins asfaltarbeiði í 2017.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER