Verkætlanarleiðari til Íverksetarahúsið
ÍVERKSETARAHÚSIÐ

 

 

 

 

 

Verkætlanarleiðari til Íverksetarahúsið

Brennur tú fyri nýhugsan og íverksetan?

Íverksetarahúsið er staðið, har hugskot gerast veruleiki. Her arbeiða vit saman fyri at birta undir íverksetan av nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur. Vit spreiða íverksetaramentanina runt alt landið gjøgnum tiltøk, kappingar og útbúgvingarligt virksemi.

 

Um starvið
Sum verkætlanarleiðari arbeiðir tú í toymi, har tú, umframt at leiða verandi verkætlanir, m.a. Skúla FM, Ársins Íverksetaradag og Game Jam, eisini skalt vera framsíggin og hugsa um nýggjar verkætlanir. Starvið fevnir harafturat um at ráðgeva íverksetarum og stimbra samstarvið millum íverksetar og vinnulív.

Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • - Leggja til rættis og gjøgnumføra núverandi verkætlanir
  • - Alla tíðina at hava fingurin á pulsinum og gera nýggjar verkætlanir
  • - Ráðgeva íverksetarum
  • - Lýsa og marknaðarføra

Royndir og førleikar
Tú hevur royndir innan verkætlanararbeiði, ráðgeving, marknaðarføring og fyriskipan. Tær dámar
væl at síggja úrslit av tí arbeiði, tú ger. Tú megnar sjálvstøðugt at fremja uppgávur og verkætlanir. Tú hevur lætt við at samskifta bæði við ymiskar persónar og bólkar.

Tað er týdningarmikið, at tú ert tænastusinnaður og opin; at tú kanst arbeiða í einum til tíðir lívligum umhvørvi við skiftandi arbeiðstíðum og trívist at arbeiða við tíðarfreistum.

Um okkum
Íverksetarahúsið liggur í Klaksvík og her arbeiða 3 fólk.
Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa
íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis stuðla undir
menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.
Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er at veita almenna og ókeypis ráðgevingin til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

Fjarnám er eisini staðsett í húsinum. Fjarnám bjóðar borgarum í Klaksvíkar kommunu vegleiðing í
spurningum í sambandi við yrkis og lestrarvegleiðing.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv har eingin dagur er eins. Góður møguleiki er fyri menning og lønin er kappingarfør. Tað er týdningarmikið fyri okkum at hava ein lættan tóna í húsinum. Tú fært stóra ávirkan á tín arbeiðsdag og stýrir arbeiðstíðini við ábyrgd. Umsóknir skulu sendast við telduposti til: bjartur@iverksetan.fo.

Umsóknarfreistin er 15. mai 2018 og byrjað verður í starvinum 1. august 2018.

Fá meira at vita.
Tú kanst lesa meira um Íverksetarahúsið á www.iverksetan.fo. Upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Bjartur Nolsøe, stjóra, á tlf. 239500.

 

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER