Søkt verður eftir blómudekoratør til Fípuna í SMS.
P/F S.M.S

Hóvar tær blómur…allar ársins tíðir? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Fípan er tann litríki og vælangandi blómuhandilin mitt í meldrinum í Miklagarði í SMS. Vit sóknast eftir einum kreativum,  dugnaligum og ágrýtnum blómudekoratøri at byrja 1.juni.

Vit leggja dent á at tú hevur:

  • Útbúgving sum blómudekoratør ella hollar royndir sum blómudekoratør.
  • Góð samstarvsevni, og kann leiða eitt toymi av blómubindarum.
  • Yvirskot og raðfestir kundatænastu.

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt, kreavtivt og stundum rokaligt arbeiðsumhvørvi.
  • Virknar og hjálpsamar starvsfelagar.
  • Eitt fakliga spennandi og avbjóðandi starv.

Spurningar og umsókn

Umsóknarfreistin er 23.apríl. Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011. Send umsóknina til johnny@sms.fo.

 

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum og rekur sølumiðstøðirnar SMS, Miðlon, Burn Fitness umframt handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð.

Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 400 fólk.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER