STØRV Á GLASI: KT-FRØÐINGUR
GLASIR

Hevur tú hug at gerast partur av einum fjølbroyttum og spennandi útbúgvingarumhvørvi? Ert tú framtakshugað/ur og brennir fyri at fáa sum mest burturúr KT mannagongdum? So vilja vit fegin frætta frá tær.

Á Glasi ynskja vit at skapa ein talgildan skúla, og tí er kunningartøkni ein týðandi partur av okkara gerandisdegi. Tað er týdningarmikið, at vit hava góð starvsfólk, ið eru við til at menna skúlan, soleiðis at tøknin kann gagnnýtast til fulnar.

Í løtuni er virksemið á Glasi á trimum støðum: Í Marknagili, í Smiðjugerði og í Hoydølum. Samstundis fyrireika vit okkum at flyta í nýggja og framkomna bygningin í Marknagili. Hetta hevur við sær nógvar og spennandi avbjóðingar. Tí tørvar okkum ein dugnaligan KT-frøðing at arbeiða fulla tíð.

Uppgávur:

  • Hava ábyrgd av, at skipanir rigga og verða røktar
  • KT: trygd, politikkir og mannagongdir
  • Felags menning av KT á Glasi
  • Veita hjálp til starvsfólk og næmingar
  • Skjalfesting av skipanum og mannagongdum
  • Finna brek og loysa trupulleikar

Førleikakrøv:

Vit ímynda okkum, at tú hevur meira enn trý ára viðkomandi starvsroyndir innan KT økið, hevur stóra vitan um forritan, dátugrunnar, TCP/IP, Virtualisering, AD, Office 365 & backup loysnir. Vit arbeiða við webtøkni so sum HTML5, CSS3, JavaScript umframt .NET í C# og við T-SQL & SQL, so royndir og vitan innan hesi øki eru viðkomandi. Tú ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi, framfýsin og hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni og avbjóðingar. Eisini dugir tú at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Tú ert røkin og hevur góð samstarvsevnir og dugir at seta orð á teknisk hugtøk, soleiðis at onnur starvsfólk skilja teg. Tú tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.

Ynskiligt er at tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, eitt nú sum datalogur, bachelor ella kandidatur í kunningartøkni ella verkfrøðingur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn til starvið saman við CV, prógvum og viðmælum o.l. skal sendast til starv@glasir.fo.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara, við at senda teldupost til ahh@glasir.fo.

Freistin at søkja er 30. apríl 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER