Miklagarður sóknast eftir 2 lærlingum.
P/F S.M.S

P/F SMS

Spennandi yrkisútbúgving innan matgleði.

Vit søkja eftir 2 lærlingum til Miklagarð at byrja 1. juli 2018.

Sum lærlingur í Miklagarði fært tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan matvøruhandil í Føroya størsta matvøruhandili. Í Miklagarði elska vit at gera mat og hjúkla um mongu matvørurnar. Saman við okkara dugnaligu sølufólkum og leiðarum verður tú partur av einum matglaðum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur í handlinum og mennandi  skúlagongd í Danmark.

Uppgávurnar fevna um:

  • Kundatænastu
  • Vøru-áfylling
  • Gera spennandi vøru-framsýningar
  • Bílegging av vøru og prísstýring
  • Góðskutrygd, har dentur verður lagdur á, at kundin altíð fær eitt jaligt og inspirerandi innkeypsupplivilsi.

Hvør kann søkja?

Fyrst og fremst ynskja vit, at tú hevur áhuga í matvøruhandili. Vit ynskja starvsfelagar, sum eru fyrikomandi, ágrýtnir, nærlagdir, álítandi, og duga væl at samstarva. FHS ella onnur miðnámsútbúgving er ein fyrimunir, men ikki eitt krav.

Spurningar og umsókn

Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011. Send umsóknina til johnny@sms.fo.  Freistin at søkja er 1. mai 2018.

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum, og rekur sølumiðstøðirnar SMS, Miðlon, Burn Fitness umframt handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð.

Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 400 fólk.

 

 

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER