Arbeiðsfólk til asfalttoymi hjá HJ Asfalt
SP/F H. J. ASFALT

Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir arbeiðsfólki til asfalttoymi hjá HJ Asfalt.

Ert tú raskur, nærlagdur, íðin og hevur góð samstarvsevnir, er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Arbeiðsuppgávur:
Sum arbeiðsfólk HJ Asfalt kemur tú at læra og royna teg sum maskinførara við teimum ymisku seramboðunum, ið verða brúkt til asfaltarbeiði. Arbeiðið er stundum kropsliga krevjandi og tí er gott, um tú ert væl fyri kropsliga.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til lastbil og dugir at handfara maskinur av ymiskum slagi.

Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður vanliga frá 08.00–16.00 mánadag til fríggjadag. Men roknast kann við langum døgum og stundum náttararbeiði.

Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, set teg í samband við Egil Johansen, stjóra, tlf: 211890, ella um teldupost á: ej@hj.fo  í seinasta lagi mánadagin 30. apríl.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Eitt sindur um HJ Asfalt
HJ Asfalt er ein av umleið trimum fyritøkum í Føroyum, ið leggja asfalt. Felagið var stovnað í 2003 og í løtuni starvast fimm fittir og raskir menn har. Við spildurnýggjum asfaltmaskinum, hava vit bestu útgerð í landinum til at asfaltera landsvegir, kommunuvegir, gongubreytir, tún og annað. Framkomna útgerðin ger, at HJ Asfalt gongur á odda við at arbeiða grønari innan økið, og júst hetta menna vit áhaldandi. Í 2016 fingu vit fyrsta og einasta útlærda asfaltarbeiðara í Føroyum. Hetta ger, at arbeiðsfólk hjá HJ Asfalt altíð hava servitan at ráðføra seg við, og kundin kann kenna seg tryggan við arbeiðið, ið skal gerast. Nakrar av verkætlanunum, ið vit hava gjørt, eru: Flogbreytin hjá Vága floghavn, vegabreytina í nýggja tunlinum til Viðareiðis, asfaltarbeiðið við Perlutrappuna í Tórshavn og Nýggjaveg í Klaksvík, sum eisini er ársins asfaltarbeiði í 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER