Í Suðuroynni er eitt leyst starv á Sambýlinum á Bárðarfløtti
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið søkir eftir einum námsfrøðingi til Sambýlið á Bárðarfløtti í Vági. Starvið verður sett 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.

Sambýlið á Bárðarfløtti

Sambýlið er heimið hjá vaksnum borgarum sum hava menningartarn, hava hvør sín veruleika og tørv á námsfrøðiligari umsorgan. Tey hava tørv á ráðgeving og vegleiðing til at skipa teirra gerandisdag og hjálp til at loysa praktiskar uppgávur.

Um starvi   

Talan er um eitt fast starv á 30 tímar um vikuna til setan 01.05.2018 ella skjótast gjørligt. Abeiðstíðirnar eru skiftandi, dag- kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktir.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávan er at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og at skapa karmar fyri einum mennandi umhvørvi. Vit taka støði í einstaka borgaranum soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.

Harumframt er uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir og geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samtundis sum atlit verður tikið til, hvat borgarin megnar. Vit hjálpa soleiðis at borgarin fær møguleika fyri at leggja sítt gerandislív til rættis og at tað er í samsvar við egnan tørv, virðir og normar. Uppgávan er somuleiðis at hava samstarv við tey avvarðandi hjá borgarunum.

Førleikar

Útbúgving sum námsfrøðingur. Um námsfrøðingur ikki søkir kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki. Arbeiðsroyndir kann vera ein fyrimunur.

Væntanir

Væntað verður, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan, sæddan, og tiknan í álvara, at tú ert opin fyri nýhugsan og fakligari menning. At tú hevur námsfrøðiligt innlit í avbjóðingar hjá fólki við menningartarni, er sálarliga og likamliga væl fyri og hevur førleikar til at skapa góðan trivnað í bæði borgara- og starvsfólkabólkinum.

Væntað verður, at tú ert eldhugað/ur og sært týdningin av góðum samstarvi. At tú ert tolin, dugir at læra frá tær og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt verður væntað, at tú ert ágrýtin, hevur hug og hegni og fær eyga á møguleikar fram um forðingar. Vit vænta eisini, at tú hevur KT-førleika á brúkarastøði og koyrikort til bil.

Um Eind 11

Tænastur hjá Almananverkinum í Trivnaðardeplinum í Suðuroynni eru savnaðar í Eind 11. Í Eindini eru dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð, dag- og umlættingartilboð og stuðulsfólk.

Borgarar, sum fáa tænastu í eind 11, eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdum arbeiðsførleikum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum, Eind 11. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Sambýlið á Bárðarfløtti – Eind 11”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24.04.2018 kl. 12.00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elken Holm, eindarleiðara, á tlf. 297800 ella Selmu Augustinussen, leiðara, á tlf. 297811.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER