Heilsutrygd søkir eftir frítíðaravloysarum
HEILSUTRYGD

Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Eysturoynni og Streymoynni.

Talan er um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar. Vit hava tørv á 5-6 frítíðaravloysarum.

Størvini

  • Frítíðaravloysarastørvini eru í viðtalum í Eysturoynni og Streymoynni. Talan er um fulla tíð, tó kann onnur avtala gerast.


Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

Um neyðugt, so fært tú upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2018 kl. 12:00.

Størvini verða sett eftir nærri avtalu.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER