Fólk til klárgering av leigubilum til Avis og Budget bilútleigan
SP/F BERG MOTORS (FRÁ 20.06.1992)

Søkt verður eftir fólki til vikuskiftisvaktir til deild okkara á flogvøllinum.

Starvið fevnir um vasking og klárgering av leigubilum. Tað er sera umráðandi, at tú ert nærløgd/lagdur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Koyrikort til persónbil er eitt krav.

Talan er um eitt fastlønt vikuskiftis starv við skiftandi arbeiðstíðum, ofta tengt av flogkomum- og fráferðum.

Møguleiki er eisini fyri fulltíðarstarvið sum summarferiu avloysari.

Starvið verður sett skjótast tilber, og er tíðaravmarkað til 30 September.

Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Saroyu Dalsgarð á tel. 313535 ella við teldupost til avis@avis.fo.

Umsókn v.m. skal sendast til avis@avis.fo og má vera okkum  í hendi í seinasta lagið 20. apríl 2018. 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER