Starvsfólk til Avis og Budget bilútleigan
SP/F BERG MOTORS (FRÁ 20.06.1992)

Søkt verður eftir fólki til vikuskiftisvaktir til deild okkara á flogvøllinum.

Starvið fevnir um avgreiðslu av viðskiftafólki í samband við útleigan og innlating av leigubilum. Tú kemur at taka ímóti okkara viðskiftafólkum úr nærum øllum heiminum, og tí er sera umráðandi, at tú ert fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og sjálvandi eisini tosar enskt og skandinaviskt uttan trupulleikar.

Harafturat vænta vit, at tú hevur koyrikort til persónbil, og at tað fellur tær lætt, at arbeiða við teldu- og pappírsarbeiði.

Talan er um eitt fastlønt vikuskiftis starv við skiftandi arbeiðstíðum. Arbeiðið er í stóran mun lagað eftir flog-komum.

Møguleiki er eisini fyri fulltíðarstarvið sum summarferiu avloysari.

Starvið verður sett skjótast tilber, og er tíðaravmarkað til 30 September.

Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Saroyu Dalsgarð á tel. 313535 ella við teldupost til avis@avis.fo.

Umsókn v.m. skal sendast til avis@avis.fo og má vera okkum  í hendi í seinasta lagið 20. apríl 2018. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER