Smyril Line søkir eftir dekkarum
P/F SMYRIL-LINE

Vit bjóða eitt starv við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur í landi.

Smyril Line hevur fýra skip og vit søkja eftir dekkarum til okkara skip. Talan er um farmaskipini Mykines, Eystnes og Hvítanes og ferðamannaskipið Norrøna.

 

Uppgávur

Arbeiðið er fjøltáttað og avbjóðandi. Uppgávurnar eru m.a.:

  • Lasting og lossing
  • Vanligt arbeiði á dekkinum
  • Kagtænasta
  • Stúva bilar og trailarar

Førleikakrøv

  • Vinnubræv sum fulltikin dekkari er ein fyrimunur
  • Heilsuprógv
  • Trygdarskeið og brandskeið (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)
  • Vaktarhaldsprógv

Royndir við handilsskipum eru ein fyrimunur men ikki eitt krav.

Skipsførarar við manglandi siglingstíð eru eisini vælkomnir at søkja.

Av persónligum eginleikum leggja vit dent á, at tú ert arbeiðssamur og umhugsin, tá ið tað gongur skjótt.

 

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

 

Umsókn

Tú søkir starvið her

Umsóknarfreistin er 24. apríl 2018

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til HR leiðara Heina Kristiansen á tlf 235950 ella á teldupost hr@smyrilline.fo

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER