Matas søkir eftir næmingi.
P/F MATAS TÓRSHAVN

Hevur tú áhuga fyri heilsu og vælveru?

Dámar tær væl kundarøkt og at selja? So er hetta møguliga nakað fyri teg.

Matas er ein sera spennandi og fjølbroyttur handil við fleiri ymiskum vørubólkum, m.a. kostískoyti, smyrsl, húðrøkt og gerandisvørum.

Um útbúgvingina
Útbúgvingin fevnir um ein praktiskan ogein ástøðiligan part. Tann ástøðiligi parturin verður tikin á skúla í danmark, har ið útbúgvingin endar við eini yriksroynd og munnligari próvtøku.

Dagligar uppgávur

  •  kundarøkt og selja
  • bíleggja og seta vørur upp á pláss
  • samskifta við ymiskar fyritøkur
  •  annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta av tær

  • at tú ert smílandi og fyrikomandi
  • at tú ert røkin og álítandi
  • at tú hevur dirvi til at taka ábyrgd
  • at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  •  at tær dámar nýggjar avbjóðingar

Vit kunnu bjóða tær

  • eitt spennandi lærupláss, har altíð er nógv at taka sær til
  • mennandi avbjóðingar
  • møguleikan at arbeiða kreativt
  • eitt gott arbeiðsumhvørvi

Tað er krav, at umsøkjarin hevur FHSella HH prógv.

Løn verður givin eftir S&K.

Hevur hetta tín áhuga, ber til at senda umsókn á mail: BC11576@matas.dk

ella til:
Matas
Húsagøta, SMS
100 Tórshavn
Att: Esther Sørensen, leiðari

Umsóknarfreistin er týsdagin 1. mai 2018

Eru spurningar v.v. starvinum, ber til at ringja á tlf. 31 48 88 og spyrja eftir Esther ella Patriciu.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER