Námsfrøðingar til Býlingshúsið á Norðasta Horni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum at arbeiða 32-35 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarðsstovu.


Størvini eru ætla at byrja 6. august 2018, ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

dámar at vera úti

gevur títt íkast, í at brúka okkara natúru og mentan sum
námsfrøðiligt amboð

hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 210906, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/nordastahorn

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir
skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 30. apríl 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER