Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari at arbeiða sum náttarstuðul í Norðoyggjum
ALMANNAVERKIÐ

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða sum náttarstuðlar hjá borgara í Norðoyggjum. Uppgávan er at tryggja, at borgarin fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul.

Um størvini

Tvey størv á 24 tímar um vikuna. Byrjað verður 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsstaðurin er heima hjá borgaranum.

Førleikar

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Royndir innan økið kann verða ein fyrimunur.

Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu hjálparfólk setast í fyribilsstarv.

Væntanir

Væntað verður, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur og tolir broytingar, bæði í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað.

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum

Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.

Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.

Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Búfelagsskapurin á Blikagøtu, Dag- og Umlættingarstovnurin Mýrusóljan, 2 stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk.

 

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og leggja dent á góðan trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardepilinum Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn náttarstuðul - Eind 2”

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.04.2018 kl. 12.00

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf 297376 og Joan K. Olsen, leiðara, á tlf 297685

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER