Pakkioperatør til MBM
L/F MEGINFELAG BÚNAÐARMANNA, MBM

MBM søkir dugnaligan og álítandi pakkioperatør at byrja 1. mai 2018. Talan er um eitt spennandi starv, har tú sum operatørur hevur ábyrgd av at koyra og viðlíkahalda pakkimaskinur. Tú verður partur av einum pakkitoymi, har uppgávurnar eru fjølbroytar. Umframt hetta kemur tú eisini at samstarva við tekniska toymið á virkinum.


Arbeiðsuppgávur

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

· Koyra og viðlíkahalda pakki maskinur

· Verða partur av reingerðarskipanini á virkinum

. Ymsar fyrifallandi uppgávur á virkinum


Førleikakrøv

Vit vænta, at tú

· Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta.  

· Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd.

· Fyrimunur er at tú hevur eina útbúgving innan maskin, EL, ella annað handverk


Setanarviðurskifti
Talan er um starv, sum er ásett at verða 40 tímar um vikuna við starvsetan 07. mai 2018 ella skjótast til ber. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.


Umsóknir
Umsókn við prógvum og CV kann sendast til MBM, Vegurin Langi 31, 188 Hoyvík ella til rw@mbm.fo í seinasta lagi mánadagin 30. apríl 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Weyhe, Framleiðsluleiðara á telefon 29 20 50, ella á telduposti: rw@mbm.fo

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER