Reingerðarfólk til Sambýlið á Eirargarði 16 A/B, Tórshavn
ALMANNAVERKIÐ

Søkt verður eftir einum starvsfólki at vaska á Sambýlinum á Eirargarði 16 A/B.

Á Eirargarði, sum hoyrir til Eind 7 í Trivnaðardeplinum, búgva fólk við fjølbreki og fólk við menningartarni. 

Talan er um eitt starv á 20 tímar um vikuna at seta frá 01.06.2018 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 4 tímar dagliga frá mánadag til fríggjadag.

Vit vænta at

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur
  • tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum - Eind 7. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn vaskifólk Eind 7 - Eirargarður”

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23.04.2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, tlf. 297422 ella Heidi Henriksen, leiðara, tlf. 297440.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER