Vit leita eftir 6 starvsfólkum til ávikavist Sambýlið/Íbúðina á Mýruvegi, Sambýlið Kelduskákið og Frítíðartoymið. Sambýlini/Íbúðin og Frítíðartoymið hoyrir til Eind 1 í Trivnaðardeplinum og veitir tænastur til borgarar við autismu í Norðoyggjum
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at veita neyðugan stuðul og umsorgan til borgararnar, soleiðis at tey fáa ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Uppgávan er at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og at skapa karmar fyri einum mennandi umhvørvi. Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti og taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.
Harumframt er uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir og geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat borgarin megnar. Uppgávan er somuleiðis at hava samstarv við tey avvarðandi hjá borgarunum.
Væntanir til umsøkjara:
Væntað verður, at tú hevur áhuga í at arbeiða við borgarum við serligum avbjóðingum. Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi og eru við til at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið. Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskiftið bygt á javnvirði og gjøgnumskygni.
Harumframt verður væntað, at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, hava koyrikort og vanligar KT-førleikar.
Um størvini
Sambýlið Kelduskákið
1 starv sum námsfrøðingur á 20 tímar um vikuna. Sambýlið Kelduskákið er døgnstovnur innan autismuøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvið verður sett frá 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.
Frítíðartoymið
1 starv sum námsfrøðingur á 26 tímar um vikuna. Frítíðartoymið er tilboð til børn innan autismuøki í aldrinum frá 10 ár til 18 ár. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag – seinnapartar. Starvið verður sett frá 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.
Sambýlið á Mýruvegi
1 starv sum námsfrøðingur á 40 tímar um vikuna. Sambýlið á Mýruvegi er døgnstovnur innan autismuøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvið verður sett frá 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.
Íbúðin á Mýruvegi
3 størv til Íbúðina á Mýruvegi. Uppgávan er at vera um borgara við rørslutarni. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvið verður sett frá 01.05.2018 ella skjótast gjørligt.
Til hesi størvini verður søkt eftir námsfrøðingi, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, heilsuhjálpara ella fólk við royndum innan økið.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 1. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 1”
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23.04.2018 kl 12.00.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jørgin Olsen eindarleiðara, tlf 297705 ella Margee Dam leiðara, tlf 297710.