Reingerðarfólk søkist til okkara reingerðartoymi í Vágum at seta sum skjótast.
P/F PM-PLUS

 

Talan er um reingerð á laksaframleiðsluvirki.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Oftast frá kl.16.00 og úteftir. 5-8 tímar hvørja ferð.

Arbeiði krevur at persónurin er kropsliga væl fyri, nærlægdur og ynskir at veita eina góða tænastu.

Vit læra teg upp í praksis, umframt at tú  fær skeið innan reingerð og smáverður.

Talan er um avloysara starv, møguliga 2-3 dagar um vikuna, umframt at avloysa í ferium o.a.

Møguleiki kann verða fyri føstum starvi, sum frálíður.

Send okkum nakrar reglur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir o.a.

Send tína umsókn á t.post  info@pmpluss.fo

Um spurningar eru, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á t.post: info@pmpluss.fo

ella á hansmartin@pmpluss.fo 

We are looking for people that are interested in a cleaning job. You may have no or some experience in cleaning.

Most of our working hours are after 4 pm.

Please submit your application to info@pmpluss.fo

ARBEIÐSUPPGÁVUR

  • Reingerð á virki ið framleiðir laksavørur

FØRLEIKAR

  • Viðkomandi arbeiðsroyndir innan reingerð geva fyrimun
  • Góð evni at samskifta

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Smidlig/ur og tolir broytingar

VIT BJÓÐA:

  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina innan øki
  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tú sjálv/ur í ávísan mun, er við til at skipa tínar uppgávur

SETANARVIÐURSKIFTI

  • Starvið verður lønt sambært sáttmála við  FA og avvarðandi feløg

UMSÓKN

MEIRA FÆST AT VITA

Um Pm Pluss:

PM Pluss er ein heildarveitari innan reingerð og serreingerð. Eisini veita vit skeivirksemi og ráðgeving innan øki. Tað starvast áleið 110 starvsfólk hjá PM Pluss. Vit veita tænastur um allar Føroyar



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER