Størv í Skeiva Pakkhúsi
SP/F SKEIPA

Skeiva Pakkhús letur upp í næstum. Í hesum, helst einum av heimsins serstaku bygningum, verður matstova, kaffistova og cocktail barr í niðastu hædd. 

Við útsýni til Lágu Kai, Vágsbotn og Tinganes, fara gestirnir at kunna njóta mat og mentan í einum. Skeiva Pakkhús bjóðar ótilgjørt, søguligt umhvørvi og eina botn erliga matarskrá. 

Har ídnaður og vinnuligur meldur vóru fyrr, verða nú kyrrindir og matnáðir.

Til at tæna komandi gestum, søkja vit tænastusinnaðar eldsálir. 

  • Dagligur leiðari
  • Kokkar og arbeiðsfólk til køkin
  • Kondittara
  • Tænarar
  • Barrvørar

Hevur tú royndir, førleikar ella bara ein brennandi hug til at verða partur av nøkrum, ið er størri enn tú, eigur tú at umhugsa at søkja. 

Fyrispurningar verða svaraðir av Bjarna Joensen á 22 42 77 og umsóknir við viðkomandi fylgiskjølum kunnu sendast til info@skeivapakkhus.fo, sum skjótast tó í seinasta lagið 20. apríl. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER