Málsviðgeri/skrivari til Sosialu deild
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Starv sum málsviðgeri / skrivari á Sosialu deild í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja til setan 1. mai 2018 ella skjótast til ber. Talan er um 30 tímar arbeiðstíð við møguleika fyri fulla arbeiðstíð.

Sosiala deild er deild í Trivnaðarfyrisitingini og umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, SSP og onnur sosialmál. 

Á deildini starvast 21 fólk, tey flestu arbeiða við barnavernd burturav. Deildin hevur fjølbroyttan fakligan profil við sosialráðgevum, námsfrøðiligum familjuráðgevum, sálarfrøðingum og skrivstovufólki. 

Uppgávurnar hjá málsviðgeranum/skrivaranum eru tí eisini fjølbroyttar og avbjóðandi. Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerararnar á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir, loysa ávísar uppgávur í mun til umsiting av samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m.

FØRLEIKAKRØV

  • Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
  • Góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
  • Royndir innan fyrisiting kann verða ein fyrimunur

VIT ÍMYNDA OKKUM STARVSFÓLK, SUM:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • tolir at arbeiða undir trýsti
  • er fyrikomandi og jaligt
  • er tænastusinnað
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, deildarleiðara, telefon 302060.

Umsókn við prógvum og royndum skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO 110 Tórshavn ella sum teldupost til torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Málsviðgeri / skrivari til Sosialu deild“.

Umsóknarfreistin er mánadagin 23. apríl 2018 kl. 12.00.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER