Tænaralærlingar til Hotel Hafnia og Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Nú hevur tú møguleika at taka eina tænaralærlingaútbúgving, har ið tú kemur at arbeiða bæði á Hotel Hafnia, umborð á Norrønu og eisini eitt stutt tíðarskeið á Hotel Keflavík í Íslandi.

Vit bjóða
Sum tænaralærlingur fært tú framúr møguleika at fáa upplæring á fleiri ymiskum matstovum við ymsum profilum á Hotel Hafnia, Kathrinu Christiansen og umborð á Norrønu. Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at gerast partur av einum góðum toymi, við drúgvum royndum, sum kemur at læra teg upp. Harumframt fært tú eisini møguleika at koma til Íslands í eitt stutt tíðarskeið, har vit hava eina samstarvsavtalu við Hotel Keflavík.

Tá ið tú ert umborð á Norrønu, fært tú frítt uppihald við mati hvønn dag og møguleika at nýta hentleikar umborð sum t.d. fitness.

Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært sáttmála.

Uppgávur
Vit kunnu bjóða tær eina sera spennandi útbúgvingartilgongd, har ið tú fært upplæring í sera fjøltáttaðum uppgávum innan tænarayrkið.

Á Hotel Hafnia kemur tú at arbeiða við:

  • Servering á Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Servering til brúdleyp og veitslur
  • Servering á okkara tapas matstovu, Kathrina Christiansen
  • Fundum og ráðstevnum

Umborð á Norrønu kemur tú at royna teg innan:

  • Okkara a la carte matstovu Simmer Dim, sum heldur eitt høgt gastronomiskt støði.
  • Tú fært eisini høvi at royna teg á øðrum matstovum og barrum umborð.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum sum tænari, snýr seg um at tosa við gestirnar og viðmæla teimum mat og drekka út frá matkortinum og tí ið teimum lystir. Sum tænari lærir tú eisini um borðreiðing.

Tín vangamynd
Dentur verður lagdur á, at vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnaður og sum sær tað sum ein spennandi vinnuveg at verða tænari. Tað er týdningarmikið, at tú hevur gott áræði og setir ein heiður í at gera eitt gott arbeiði.

Lærutíðin er millum 2½ - 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur áðrenn.

Framtíðin
Við einari tænaraútbúgving hevur tú góðar starvsmøguleikar í Smyril Line og aðrastaðni í matstovuvinnuni. Tað er eisini møguleiki fyri at útbúgva seg víðari sum serviceøkonom.

Umsóknarfreist
Seinasta freist at søkja er 25. apríl 2018. Tú søkir starvið her.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Rósu Mariu Restorff, F&B Manager á teldupost rr@hafnia.fo ella tlf. 21 28 09

Tú verður ein partur av Smyril Line, sum er ein spennandi fyritøka við góðum møguleikum fyri framtíðar menning. Umframt Norrønu, eigur og rekur Smyril Line Hotel Hafnia og Hotel Skálavík.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER