Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið við Vallalíð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til heimið við Vallalíð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.


Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Heimið við Vallalíð hevur meira enn 10 ár á baki, og har eru 16 búpláss til fólk við demens. Uppgávurnar á heiminum eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, ið hoyrir til eitt vanligt húsarhald – eitt nú matgerð og klædnavask. Matgerðin er týðandi partur av at stimbra sansirnir hjá fólki, ið hava demens.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar.
Arbeiðstíðin er skiftandi 7-12 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti

DENTUR VERÐUR LAGDUR

• 

Áhuga at arbeiða við demens

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar

Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur


VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni

eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastun

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Nolsø, á telefon 226445 ella teldupost elisabethn@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. mai 2018 ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Sjúkrarøktarfrøðingur Vallalíð“.

Umsóknarfreistin er 24. apríl 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER