Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir søkir eftir námsfrøðingum
NES KOMMUNA

Til barnagarðin og vøggustovurnar verður søkt eftir:

Námsfrøðingum at arbeiða 30 - 35 tímar um vikuna

Til vøggustovurnar er talan um 2 størv á 30 tíma og 4 størv á 35 tímar

Til barnagarðin er talan um 6 størv á 30 tímar og 2 størv á 35 tímar

Størvini verða sett frá 13. august 2018

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2018

Nes Kommuna

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER