Fyristøðufólk til Heilbrigdi
HEILBRIGDI

Hevur tú visjónir, hug og hegni at leiða og stýra Heilbrigdinum?

Viðgerðarheimið Heilbrigdið á Velbastað søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum fyristøðufólki at leiða, menna og standa fyri dagliga arbeiðinum í heiminum.

Fyristøðufólkið hevur dagligu leiðsluna av Heilbrigdinum við tilvísing til stýrið, sum skal tryggja eina dygdargóða fyrisiting av heiminum. Høvuðsuppgávan hjá fyristøðufólkinum verður at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av øllum fyrisitingarligum uppgávum, yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og tryggja at heimið virkar optimalt eftir endamálsorðingini. 

Fyristøðufólkið fyri Heilbrigdi skal:

  • tryggja at virksemi í heiminum er á einum høgum faklium støði, og at játtanin verður nýtt á fullgóðan hátt
  • skipa mannagongdir í heiminum, ið tryggja eitt høgt fakligt støðið 
  • fyrisita avvarðandi lógir og kunngerðir á økinum
  • hava ábyrgdina av skynsamari fíggjarligari stýring og eftirliti innan ábyrgdarøki
  • hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, umframt rakstrar- og menningaruppgávunum 
  • tryggja ein góðan starvsfólka- og menningarpolitikk
  • vera áhugað í at samstarva við onnur viðgerðartilboð í t.d. okkara grannalondum
  • skapa virðing fyri heiminum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólkið
  • tryggja at stravsfólkini hava góðar og viðkomandi førleikar innan neyðugu økini
  • vera framtakshugað, síggja møguleikar heldur enn forðingar, duga at finna loysnir og lata grundreglurnar hjá AA ganga fram um tað persónliga.

Førleikar:
Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur viðkomandi leiðslu og fyristingarligar royndir
  • hevur innlit í virksemi og stýring á misnýtslu økinum
  • hevur skil fyri fíggjarstýring og góðar fyrisitingarligar førleikar
  • hevur vitan um treytir og reglur innan almennu fyrisitingina
  • hevur hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við einum hugburði um álit heldur enn eftirlit
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur royndir og førleikar við undirvísing og viðgerð innan misnýtslu

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum støði, og góðar møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Løn og aðrar setanartreytir vera ásettar eftir nærri avtalu.

Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2018 ella skjótast møguligt eftir tað.

Umsókn verður at senda til:

Advokatvirkið
Skansavegur 1
FO-100 Tórshavn
Att.:  Hans Trygvi Teirin
ella til teldupost: teirin@advokatvirkid.fo

Umsóknin skal verða Hans Trygva Teirin í hendi seinast 26. apríl 2018 kl. 16:00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Árna Rein á telefon 218017 

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað 
Viðgerðarheimið á Velbastað hevur til endamáls at virka sum viðgerðarstaður fyri misnýtarar av rúsdrekka. o.ø. Heilbrigdið hevur 14  viðgerðarpláss. Viðgerðarheimið Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER