Starvsfólk ynskist til AGA - Føroyar
SP/F AGA FØROYAR

AGA-Føroyar sóknast eftir einum dugnaligum og vælskipaðum fólki til eitt fjølbroytt og avbjóðandi fast starv, at byrja skótast tilber.

Okkum tørvar eitt vælupplagt fólk, sum dámar struktur og at halda skil á nógvum uppgávum í senn. Um hetta hevur tín áhuga, so er hetta starvið kanska nakað fyri teg.

Uppgávur:

  • Goymsla
  • Søla
  • Ábyrgd av fyllistøð til Oxygen
  • Útkoyring
  • Kundarøkt

Førleikar:

  • Handverksliga útbúgving, tó eingin treyt
  • Koyrikort
  • Fyrikomandi og tænastusinnaður
  • Røkin

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og starvið verður lønt sambært avtalu.

Eitt sindur um fyritøkuna:
AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsu- og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA og Kosangas. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Eisini selja vit hitapottar og útgerð frá Spadealers.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 215544 ella við at skriva mail til annfinn@aga.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER