SAMSKIPARI, LISTASAVN FØROYA
LISTASAVN FØROYA

Listasavn Føroya leitar eftir starvsfólki til samskiftis- og umsitingaarbeiði:

Samskifti:

  • Hjálpa at leggja tiltøk til rættis og avgreiða tey
  • Avgreiða umbønir um vitjanir/nýtslu av savninum uttanífrá
  • Samskifta við ferðavinnuna
  • Føra hagtøl yvir vitjandi
  • Hjálpa at dagføra innihaldið á heimasíðuni hjá Listasavninum
  • Varða av móttøkuni 

Umsiting:

  • Grundleggjandi bókhaldsuppgávur
  • Hjálp at skráseta verk og skjalasavn hjá Listasavninum
  • Fyrisiting av útleigan av verkum úr savninum í samstarvi við listafaklig starvsfólk
  • Leggja vaktarskipan
  • Innkeyp av vørum til móttøku og køk Førleikar
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir 
  • Arbeiðssemi og góð samstarvsevni
  • Góðan málkunnleika
  • Kunnleiki til nýtslu av KT og vilji til at seta seg inn í nýggjar KT- loysnir

Tímatal eftir avtalu.

Starvið verður lønt eftir sáttmála hjá avvarandi yrkisfelagi.

Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m. verður send til:

Listasavn Føroya,
Gundadalsvegur 9,
P.O. Box 1141,
FO-110 Tórshavn

ella til solveig@art.fo

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2018.

Samrøður eru í viku 19.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk, á telefon 313579 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER