Námsfrøðingar til Dagstovnin Sólareygað
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar Kommuna søkir, vegna Dagstovnin Sólareygað, eftir 2 námsfrøðingum til barnagarðsstovu og vøggustovu.


Størvini á 30 tímars viku, eru at byrja 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu.

UM OKKUM:
Sólareygað liggur soleiðis fyri, at náttúran er okkara nærmasti granni og tískil er eitt av eyðkennum okkara, at vit eru sera nógv úti í náttúruni.

Okkara námsætlan hevur 7 fokus umráðið, sum vit, uppá skift gjøgnum árið, hava serligt fokus á, sum eru málslig menning, børn og náttúra, mentunarlig virðir, skapandi evnir, kroppur og rørsla, sosialur førleiki og persónligur førleiki.

Tó hava vit valt at hava fokus á rørslu alt árið og kalla vit okkum tískil ein rørslustovn.

VIT YNSKJA, AT TÚ:

• 

ert áhugað/-ur í rørslu og heilsu sum heild

ynskir at gera mun

vilt seta tín dám á tað námsfrøðiliga arbeiðið

vilt verða partur av einum mennandi toymi

ert blíð/-ur og fyrikomandi

hevur góð samstarvsevnir

Er hetta nakað fyri teg? So vinarliga søk eitt av hesum størvum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini á www.solareygad.com, og við at venda sær til Mirjam Johannesen, leiðara á telefon 287150 og Elsu H. Joensen, varaleiðara á telefon 219419.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 22. apríl 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER