Tveir sosialráðgevara til Viðskiftadepilin – Børn og ung
ALMANNAVERKIÐ

Á deildini Børn og ung í Viðskiftadeplinum eru tvey størv leys at søkja, eitt nýtt fast starv og eitt starv sum barnsburðaravloysari, bæði størvini eru frá 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv, sum er fulla tíð og eitt sum er ¾ tíð. Arbeiðs- og tænastustaðurin fyri fasta starvið verður Tórshavn og fyri barnsburðaravloysara starvið verður Klaksvík. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Um Børn og ung          

Aðalendamálið hjá deildini Børn og ung er at virka fyri at styðja upp undir, at familjur, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku, fáa eina so vanliga tilveru sum møguligt. 7 sosialráðgevar starvast hjá deildini Børn og ung og deildin hevur samband við gott 400 borgarar um árið.

Arbeiðsuppgávur

Í starvinum verður tú partur av einum stinnum toymi, sum ráðgevur og vegleiðir familjum, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku. Tú starvast í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, sum hevur til endamáls at viðgera umsóknir um fíggjarligan stuðul til meirútreiðslur, ið standast av at uppihalda barni, ið ber brek, heima. Harafturat verður tú við til at viðgera umsóknir um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, til persónar, ið uppihalda barni, ið ber brek, heima. Tínar arbeiðsuppgávur vera eisini partur av visitatión av borgarum til Trivnaðardepilinum, ið hava tørv á stuðli, umlætting, búplássi og viðgerðar- og virkistilboði. Aðrar uppgávur eru at vera samskipari hjá familjum, ið eru fevnd av “Tí góðu tilgongdini”.

Førleikar

Tú ert útbúgvingin sosialráðgevi og kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur. Tú ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran, og tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran. Somuleiðis hevur tú hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak, deildir og stovnar. Tú hevur viðkomandi starvsroyndir, vitan innan sosialfakligt arbeiði og viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar hjá Almannaverkinum. Tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini Børn og ung. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Størvini eru flokkað í 7. lønarflokki í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Sosialráðgevi til Børn og ung”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.04.2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Berit Unn Petersen, deildarleiðara, telefon 360000.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER