Sjúkrarøktarfrøðing, heilsurøktara og heilsuhjálpara til Heimatænastuna
NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri heimabúgvandi borgaran í Norðoyggjum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7, frá 1. apríl til 31. desember 2018

Heilsurøktara í fast starv á starvsbrøki 0,75, frá 1. apríl 2018

Heilsuhjálpara í farloyvisstarv á starvsbrøki 0,75, frá 1. mai 2018 til 30. apríl 2019

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

-  NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-  NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-  Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autoriasatión svarandi til størvini
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 2. mars 2018.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER