Tænaralærling til Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Nú hevur tú møguleika at taka eina tænaralærlingaútbúgving umborð á størsta ferðamannaskipi í fastari rutu á Norðuratlantshavi.

Sum tænaralærlingur umborð á Norrönu, kemur tú at arbeiða í einum toymi, ið veitur tænastu í heimsklassa. Tú kemur at arbeiða við gestum frá einum altjóða høpi, har tú veruliga sleppur at bjóða tær sjálvum av.

Tá útbúgvingin er lokin, hevur tú møguleika at arbeiða innan restauratións- og hotelvinnuna á altjóða støði. Eisini gevur útbúgvingin tær møguleika at lesa víðari til m.a. serviceøkonom.

Uppgávur

  • Tú skalt í fyrsta lagi arbeiða á okkara a la carte matstovu Simmer Dim, sum heldur eitt høgt gastronomiskt støði
  • Tú fert eisini at royna teg á øðrum matstovum og barrum umborð
  • Sum tænaralærlingur fært tú framúr møguleika at verða upplærd/ur á 3 ymiskum matstovum sum veitir tænastu til millum 400-1400 ferðandi hvønn túrin

Tín vangamynd

Dentur verður lagdur á, at vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur hug og áræði til at blíva ein góður tænari, og sum sær tað sum ein spennandi vinnuveg.

  • Tær dámar væl at arbeiða og tú heldur teg framat
  • Tú ert før/ur fyri at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Tú tekur ábyrgd og dámar væl at samstarva í einum toymi
  • Er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum og at manningarskiftið vanliga er 4. hvørja viku
  • Er greið/ur yvir at lærutíðin er millum 2½ - 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur áðrenn

Ynskir tú eina tænaraútbúgving sum onga aðrastaðni so er at søkja starvið sum tænaralærlingur umborð á Norrönu.

Vit bjóða

Lærlingaløn í lærutíðini

Frítt uppihald við mati hvønn dag og møguleika at nýta hentleikar umborð sum t.d. fitness

Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at gerast partur av einum góðum toymi

Umsóknarfreist

Seinasta freist at søkja er 22 Februar, 2018. Tú søkir starvið her

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Sales & Service Manager á teldupost ssm@norrona.fo ella HR leiðara Heina Kristiansen á tlf. 235950, teldupost heini@smyrilline.fo

 

Tú verður ein partur av Smyril Line, sum er ein spennandi fyritøka við góðum møguleikum fyri framtíðar menning. Umframt Norrönu, eigur og rekur Smyril Line Hotel Skálavík og Hotel Hafnia. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER