Starvsfólk til móttøkuna umborð á Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Tú hevur nú møguleika at søkja starv í móttøkuni umborð á Norrönu.

 

Móttøkan er miðstøðin á okkara rullandi hotelli. Við pláss fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið veitir okkara ferðandi eina serstaka og persónliga tænastu.

 

Tín vangamynd

  •  Blíð/ur og fyrikomandi
  •  Ert tænastusinnað/ur, framsøkin og megnar at varðveita yvirlit hóast nógv er at gera
  • Tekur ábyrgd fyri tínum uppgávum
  • Dugur vanligt teldubruk og vanlig teldu forrir
  • Dugur at samskifta á norðurlendskum máli, enskum og týskum

Vit bjóða

Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Starvssetan

Talan er um tvey leys størv. Bæði størvini eru fyribils tíðaravmarkaði størv, men við møguleika at leingja starvssetaninar.


Vit leita eftir einum starvsfólki at arbeiða fulla tíð frá 12 apríl til síðst í oktobur.

Eisini leita vit eftir starvsfólki at arbeiða vikuskiftisvaktir frá 12 apríl til síðst í oktober. Í juni, juli, august meira enn bert vikuskiftisvaktir.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 5. mars 2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið her
 

Hevur tú spurningar til starvssetanarviðurskifti ert tú vælkomin at venda teg til okkara HR deild á hr@smyrilline.fo ella við at ringja

til HR leiðara Heina Kristiansen á tlf: 235950.

 

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í móttøkuni á receptionmanager@norrona.fo.

 

Um Smyril Line

Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Nornu.

Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur

skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini hevur Smyril Line

yvirtikið Hotel Hafnia og rekur Hotel Skálavík.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER