3 farmakonomnæmingar til Tjaldurs Apotek
TJALDURS APOTEKIÐ

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving, við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru 3 lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki. Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár (telur 180 ECTS) og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum Pharmakon í Hillerød. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

Útbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, samskifti, lóggávu, marknaðarføring og góðskustýring.

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkum í sambandi við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, Landssjúkrahúsið, røktarheim og bústovnar.

Ein av næmingunum verður kombinæmingur, t.v.s. at hann, umframt at arbeiða á apotekinum, eisini verður knýttur at apoteksframleiðsluni og Landssjúkrahúsinum.

Á Framleiðslueindini lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu. Harafturat er kombinæmingurin partur av kliniska toyminum á Landssjúkrahúsinum.

Á Tjaldurs Apoteki er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastu. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Til farmakonomútbúgvingina krevst at tú: 

  • ert røkin, struktureraður og góðskutilvitaður
  • dámar nýggjar avbjóðingar 
  • ert búgvin og tekur ábyrgd - hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum
  • brennur fyri at veita eina góða tænastu og hevur áhuga í sølu -
  • hevur góð samstarvsevnir - hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
  • ert væl fyri í støddfrøði og kt 

Ynski er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu. Lærutíðin byrjar 1. septembur 2018.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at skriva til Doru Nónstein á telduposti doran@apotek.fo ella at ringja á tlf. 341100.

Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til input@input.fo í seinasta lagi sunnudagin 11. mars 2018. Skriva “Farmakonomnæmingur” í yvirskriftina. Sí nærri um Apotekið á www.apotek.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER