Handverkari til smiðjuna á Lambareiði
LANDSVERK

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi handverkara til smiðjuna á Lambareiði.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum og skervverki, umframt annað arbeiði í smiðjuni.

Førleikakrøv

Tú hevur viðkomandi útbúgving sum entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður, bilsmiður, lastbilasmiður ella líknandi.

Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. mars 2016. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, smiðjuformann, á tlf. 290 725 ella t-post alma@lv.fo.  

Síggj lýsing her

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER