Starvsfólk til reingerð og vaskaríið á Boðanesheiminum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Eitt fulltíðarstarv, 8 tímar um dagin, og eitt starv við 30 tímum vikuliga, 6 tímar um dagin, eru leys at søkja.


FØRLEIKAKRØV

• 

Góð evni at samskifta

Hug at arbeiða og samstarva við húsfólk og starvsfólk
á heiminum

KT-førleika á brúkarastøði

Royndir innan reingerð / arbeiði á vaskaríi


VIT BJÓÐA TÆR

• 

Góða innleiðslu, virknar og góðar starvsfelagar

Eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og
fjølbroyttar avbjóðingar


 

Møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini
framhaldandi menning av tænastum hjá Heilsu- og
umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 1. apríl 2018, og lønt sambært sáttmála við KAF og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 26. februar kl. 12.00. Viðmerkjast skal: „Reingerð og vaskaríið á Boðanesheiminum“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Astu Marjunardóttir ella við telduposti til astam@torshavn.fo.

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt, at stuðla borgaran soleiðis, at hann gert virkin og vakin alt lívið. Heilsu-og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær integreraðar eindir við heimatænastu og umleið 110 búplássum hvør.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER