Skrivari til Kunoyar kommunu
KUNOYAR KOMMUNA

Søkt verður eftir skrivara fyribils ½ tíð í eitt ár, at byrja skjótast til ber.

Sum skrivari hevur tú m.a. hesar arbeiðsuppgávur:

  • Skipa fyri fundum
  • Halda heimasíðuna
  • Journal
  • Fólkayvirlit
  • Annað fyrisitingarligt arbeiði

Krav til starvið:

  • Skrivstovu útbúgving, helst við royndum innan almenna fyrisiting
  • Góðan telduførleika
  • Álítandi og fyrikomandi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Um spurningar eru viðvíkjandi starvinum ber til at seta seg í samband við borgarstjóran, Sóleyð K. í Kongsstovu á telefon +298 216814 ella á teldupost kunoy@kunoy.fo.

 

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannfelagið.

Umsókn við prógv, CV og viðmælum skulu sendast til:  kunoy@kunoy.fo

Umsóknarfreistin er 28.02.18   kl. 18.00

Kunoyar kommuna tilskilar sær rætt, at ikki seta nakran av søkjarunum, um eingin av søkjarunum er tann rætti til starvið.

Kunoyar kommuna

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER