Ergoterapeutur til deildina fyri Endurvenjing
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið søkir eftir einum virkisfúsum ergoterapeuti til deildina Endurvenjing í Viðskiftadeplinum í Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðar starv á 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri niðursettari tíð, at seta frá 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at veita endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við miðvísari venjing ber til at røkka heilt ella partvís sama førleika, sum viðskiftafólkið hevði, áðrenn tørvin fyri endurvenjing. Høvuðsmálið við endurvenjingini er, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív. Deildin Endurvenjing er somuleiðis í fer við byggja upp eitt nýtt arbeiðsøki, sum fevnir um at veita tænastur til borgarar og starvsfólk á sambýlum hjá Trivnaðardeplinum. Saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólki hevur deildin til uppgávu at finna loysnir, sum bøta um mistu førleikarnar og veita viðlíkahaldandi venjing. Vit virðismeta ymisleikar og arbeitt verður eftir málum og virkisætlanum, sum verða orðað í samstarvi við borgaran.

 

Á deildini Endurvenjing verður støðið tikið í tvørfakligum hugsunarhátti. Ergoterapeuturin arbeiðir við ymiskum háttaløgum, alt í mun til, hvat endamálið við ergoterapiini er.

 

Uppgávurnar kunnu t.d. vera:

  • At viðgera umsóknir um endurvenjing
  • At veita kropsliga venjing:

Økja kropskensluna, rørsluna, styrkina og stabilitetin, betra um úthaldni og javnvágina

  • At venja flytføri:

Betra um flytføri og gera tillagingar, sum t.d. hjálpartól

  • At venja gerandisaktivitetir:

Persónliga røkt, reingerð, innkeyp, matgerð, at eta og drekka, samskifti og hjálpartól

  • At venja kognitivar førleikar:

Betra um minnið, evnini at ráðleggja og samskipa, og meistra støður/avbjóðingar í gerandisdegnum

  • At gera metingar av førleikum í mun til tænastur, veitingar og fyriskipanir
  • At veita vegleiðing í mun til venjing, tillagingar og hjálpartól í Trivnaðardeplunum
  • At loysa fyrisitingarligar uppgávur

 

Førleikar

Útbúgving sum løggildur ergoterapeutur.

 

Væntanir til umsøkjarar

Ynskiligt er, at tú ert fakliga væl fyri og hevur viðkomandi starvsroyndir. Eisini vænta vit, at tú ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. At tær dámar væl beinleiðis samband við borgarar og avvarðandi, soleiðis, at tú arbeiðir við støði í møguleikum heldur enn forðingum, samstundis, sum tú hevur hug og evni at samstarva við ymiskar fakbólkar. Tú mást trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi og tá arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, er tað ein treyt, at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú dugir at orða teg í skrift og talu. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

 

Deildin fyri Endurvenjing

Deildin fyri Endurvenjing er ein deild í Viðskiftadeplinum, ið veitir endurvenjing, eftir §29 í Forsorgarlógini. Við støði í tvørfakligari hugsan veitir deildin borgarum endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið.

 

Á deildini starvast 8 starvsfólk, harav 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar eru í Runavík, meðan 2 fysioterapeutar og 1 ergoterapeutur og ein deildarleiðari eru í Tórshavn.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum, og starvsstaðið er í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænasturnar fevna um alt landið, má roknast við koyring.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisation, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Ergoterapeutur til deildina fyri Endurvenjing”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  23.02.2018 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Jacobsen, deildarleiðara á telefon 360000.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER