Lærlingur til Krás
P/F POUL HANSEN

gourmetslaktari

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss í einari fyritøku, har nógv er at gera, og har tú ert partur av einum starvsfólkatoymi, ið strembar eftir at mennast og menna ta føroysku matmentanina?

Vit ynskja, at tú ert

  • arbeiðssom/samur
  • fyrikomandi og samstarvsfús/ur
  • røkin og hevur eitt skipað arbeiðslag
  • kropsliga væl fyri og dámar væl nýggjar avbjóðingar
  • hevur í minsta lagi 9. ella 10. flokks prógv
  • ynskiligt er, at tú hevur koyrikort

Sum gourmetslaktaralærlingur lærir tú alt um útskering, fyrireiking og tilgerð at kjøti. Tú verður við at menna nýggjar uppskriftir til cateringkundar okkara. Serliga er heystið ein spennandi tíð á Krás, tá áleið 3000 seyðir verða flettir.

Vit bjóða

Eitt áhugavert og mennandi lærupláss, har starvsfólkini trívast. Vit raðfesta góðsku og gott handverk í øllum, vit gera.

Sum lærlingur hjá okkum fært tú frá byrjan tína egnu læruætlan, soleiðis at tú alla tíðina veitst, hvat tú skalt læra, og hvar tú skalt vera.

Útbúgvingin tekur 3 ár og 8 mánaðir, harav 40 vikur er skúlagongd á slaktaraskúlanum í Roskilde. Tann praktiski parturin av útbúgvingini er á sláturvirkinum í Hósvík. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar millum kl. 07.00 – 15.00.

Løn eftir sáttmálanum millum Handverkarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Alberg Gaardlykke á tlf. 235360.

Umsóknir, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi hósdagin 22. februar 2018.

Stutt um Krás

Krás er ein fyritøka ið byrjaði miðskeiðis í 70’unum. Hesi 40 árini hevur støðugt verið arbeitt við at framleiða matvøru av høgari góðsku umframt at víðka um úrvalið av vørum. Í løtuni starvast 12 fólk á Krás.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER