Bókavørður
VESTMANNA KOMMUNA

Bókavørður

Søkt verður eftir bókavørði til Vestmanna Bókasavn at byrja skjótast til ber.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum um kvøldið, uml. 5 tímar um vikuna.
Harumframt verður arbeitt nakrar dagtímar um mánaðin m.a. í sambandi við dagstovnavitjanir á Bókasavninum.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • avgreiða útlán og innlating av bókum
  • gjøgnumganga bókalistar og bíleggja bøkur
  • hava fíggjarligu umsitingina av bygdarbókasavninum um hendi í samstarvi við  fíggjarleiðaran hjá Vestmanna Kommunu
  • samstarva við skúlabókasavnið um bókasavnsviðurskifti

 

Vit ynskja, at:

  • tú hevur útbúgving sum bókasavnsvørður ella viðkomandi royndir
  • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • tú hevur áhuga fyri lesnaði og fyri at menna bókasavnið.
     

Lønar- og setanarviðurskifti

Setanarviðurskifti eru sambært sáttamálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Lønarviðurskiftini eru treytað av, um tann setti er útbúgvin bókasavnsvørður ella ikki.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Vestmanna Kommunu á
tlf. 770 102.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. februar 2018 kl. 12.

 

Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
355  Vestmanna
vestmanna@vestmanna.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER