Námsfrøðingar til Sambýlið á Eirargarði 16B í Tórshavn
ALMANNAVERKIÐ

Vit sóknast eftir nærverandi og umsorgarfullum námsfrøðingum, ið vilja vera við til at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri borgarar í Sambýlinum á Eirargarði 16A í Tórshavn.

Um størvini
Talan er um tvey størv á ávikavist 30 tímar og 25 tímar um vikuna at seta frá 01.03.2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum – tað vil siga dag-, kvøld- og náttarvaktum.

Arbeiðsuppgávur
Á Eirargarði, sum hoyrir til Eind 7 í Trivnaðardeplinum, búgva fólk við fjølbreki og fólk við menningartarni.  Talan er um fólk, sum hava brúk fyri nógvum námsfrøðiligum stuðli og røkt. Saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum skal tú bjóða hesum borgarum upplivingar, neyðugan stuðul og umsorgan og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Á Eirargarði starvast bæði námsfrøðingar, heilsurøktari, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit hyggja eftir møguleikum heldur enn forðingum, og tvørtur um fakøki arbeiða vit hegnisliga saman fyri at veita rættan námsfrøðiligan stuðul og umsorgan.

Á Eirargarði eru vit byrjað uppá eina tilgongd, har arbeitt verður eftir Gentle Teaching. Gentle Teacing er ein hugsanarháttur, ið tekur støði í relatiónsnámsfrøði, har tað mest týðandi amboðið í samspælinum við borgaran er starvsfólkið sjálvt. Tað grundleggjandi í Gentle Teaching er tryggleiki, viðurkenning, tilknýti, samvera og samspæl.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur. Um ongir námsfrøðingar søkja, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólkið. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði.

Vit vænta
At tú hevur lætt við at tosa við fólk, ert nærverandi, hevur lætt við at veita umsorgan og hevur dirvi at taka ábyrgd. Eisini verður væntað, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, umframt at tú hevur evnir at skapa góðan trivnað, hevur góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Vit vænta eisini eldhugað starvsfólk.

Um Eind 7
Eind 7 í Trivnaðardeplinum veitir tænastu til børn og vaksin við fjølbreki v.m. í Suðurstreymoy og Sandoy. Í Eind 7 er Fjølbrekaðtoymið Smæran í Tórshavn, Virknis- og umlættingardepilin á Sandi, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, umframt náttarvaktartoymir og stuðulstoymir í heimunum hjá borgarum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 7. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eirargarður - Eind 7”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.02.2018 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, á tlf. 297422 ella Heidi Henriksen, leiðara, tlf. 297440.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER