Flogkaffi søkir álítandi og tænastusinnað starvsfólk til fulla tíð, hálva tíð og avloysarar.
P/F GIST & VIST

Starvið á Flogkaffi er at veita góða tænastu, soleiðis at ferðafólk fáa eina góða uppliving á ferðini til og úr Føroyum.

Vit leggja stóran dent á at hava eitt gott arbeiðslag, bæði tá ið arbeitt verður í toymi og sjálvstøðugt.

Leiðslan á Flogkaffi leggur dent á, at starvsfólkini trívast og dagføra javnan arbeiðslagið, soleiðis at tað verður betri. 


Starvið ber í sær m.a. hesar uppgávur: 

 

• Veita ferðafólkum góða kundatænastu

• Reingera arbeiðsplássið

• Seta vørur fram

• Gera og selja ymiskar matvørur

• Aðrar fyrifallandi uppgávur


Førleikakrøv – Vit vænta:

• Tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum

• Ein stórur fyrimunur er at duga onnur skandinavisk mál, so sum danskt, íslensdkt og norskt

• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

• Góð samstarvsevnir

• Tú ert smílandi, blíð/ur og fyrikomandi

• Tú skalt kunna arbeiða skiftandi tíðir


Fyrispurningar um starvið kunnu setast Rannvá S. Petersen á tel. 278100 ella teldupost: rannva@flogkaffi.fo 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER