Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv at arbeiða 20 til 25 tímar um vikuna at byrja 15. februar 2018.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR:

• 
 

sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna
tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og
starvsfelagar

sum hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið
á stovninum

sum eru virkisfús

sum eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit

sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar

UM OKKUM
Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1, 2 og 3. flokki úr Sankta Frans Skúla. Til hvønn flokk eru knýttir ábyrgdarpersónar.

Vit liggja í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttir, og ein á rennir framvið.

Vit hava góðar innandura umstøður. Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, har barnið undir tryggum karmum er við til at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. februar 2018.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Laursen, stovnsleiðara, á telefon 284902 ella janl@torshavn.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER