Strategiskur mennari til starvsfólkadeildina
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir starvsfólki til strategiska menning til Starvsfólkadeildina hjá Tórshavnar kommunu at byrja 1. apríl 2018.


STARVIÐ
Uppgávurnar spenna breitt og fevna í høvuðsheitum um:

• 

Leiðslumenning

Strategisk førleikamenning

Ráðgeving og sparring við stjórn og leiðslu um ymiskar
leiðslu- og organisatiónsavbjóðingar

Starvssetanir

Fyriskipan av ymiskum menningar tilgongdum

Átøk í mun til arbeiðsumhvørvi

Ymiskar uppgávur innan starvsfólkaøkið

Starvsfólkahópurin í Tórshavnar kommunu telur 2.000 starvsfólk og virkisøkini eru breið, og fevna um eitt nú barna- og ungdómsøkið, sosiala økið, eldraøkið, mentan, tekniska og býarskipanarliga økið. Sum strategiskur mennari innan starvsfólk og organisatión, fært tú ábyrgdina av menningaruppgávum innan øll virkisøki. Sjálv/ur verður tú starvsettur á Starvsfólkadeildini, sum í løtuni telur 10 starvsfólk við ymiskum útbúgvingarbakstøði.

Tú verður tú sostatt partur av størsta arbeiðsplássinum í landinum. og fert somuleiðis at arbeiða á eini tí størstu Starvsfólkadeildini í Føroyum.

FØRLEIKAKRØV
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, og tú hevur viðkomandi royndir við annaðhvørt strategiskari menning, organisatiónsmenning ella leiðslu.

Sum persónur er umráðandi at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni. Harumframt er neyðugt at hava førleikar at leiða og samskipa ymiskar tilgongdir og tiltøk. Tú hevur eisini góða systemfatan og megnar at arbeiða yvirskipað og strategiskt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og aðrar treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn saman við CV og útbúgvingarprógvum skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 21. februar klokkan 8.00. Umsóknirnar skulu sendast til torshavn@torshavn.fo og skulu viðmerkjast „Strategiskur mennari“.

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara á telefon 214562 ella 302010.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER