Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

 - við basu í Keypmannahavn ella í Føroyum Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2018. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og kunnamøta á fløgvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir.

Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrsta floks tænastu.

Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur - tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt.

Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv og royndir frá tænastuarbeiði.

Krøv
Tú ert 21 ár ella eldri, tosar føroyskt, dugir at samskifta á minst einum skandinaviskum máli, dugir væl enskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi.Tú skalt hava eina reina revsiváttan.

Byrjan
Setanarsamrøður verða í mars 2018, og verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags-skeið í viku 15, 16 og 17, áðrenn tú byrjar.Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í endanum av juni og heldur fram allan juli til fyrru hálvu av august. Tað er møguleiki fyri, at flúgvingin kann halda fram í september og oktober.

Arbeiðstíðir og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august.

Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2017. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar-ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar.

Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum freelance flogterna ella -tænari, vinarliga sendi okkum skjótast eina skrivliga umsókn saman við CV, mynd, prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo

Umsóknarfreistin er tann 26. februar 2018.

Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources

Síggj lýsing her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER