Giljagarður í Leirvík søkir eftir heilsurøktara, sjúkrarøktarfrøðingi og køkshjálp
NÁND-HEIMATÆNASTAN

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag ja, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á www.eystur.fo 

Hesi størv eru leys at søkja:

> Røktarstarvsfólk í fast starv frá 1. apríl 2018, fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag

> Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv frá 1. apríl 2018 til 31. apríl 2019, 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
  • Førleika til at taka ábyrgd av sjúkrarøktini á stovninum

> Køkshjálp frá 1. mai 2018, 17 tímar um vikuna (3 – 4 tímar dagliga)

Førleikakrøv

  • At tú sýnir góð samstarvsevni og jaligan hugburð
  • At tú sært týdningin í reinføri

Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara, á tlf. 730282

Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum – skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. feb 2018 kl 12:00. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 - 530 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER