Endurlýsing: Námsfrøðingar til vøggustovuna Stella Maris
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Til vøggustovuna Stella Maris í Havn sóknast vit eftir tveimum virknum og pedagogiskt tilvitaðum námsfrøðingum at starvast í 35 tímar um vikuna.


ARBEIÐSUPPGÁVUR
Í Stella Maris eru vit í holt við at tillaga okkara pedagogiska arbeiði soleiðis, at vit øll saman fáa pedagogiskar, didaktistar og metodiskar tilgongdir í okkara arbeiði at menna børnini. Í gerandisdegnum leggja vit dent á málmenning, rørslu og kreativitet.

Sum námsfrøðingur kemur tú tí at arbeiða í eini spennandi tilgongd at samantvinna núverandi og komandi námsfrøðiliga tilboðið, sum skal verða galdandi í húsinum. Vit vænta at tú hevur hug til fakliga menning og kann verða ein partur av einum spennandi og mennandi pedagogiskum toymi.

FØRLEIKAR
Fyri okkum er tað umráðandi at tú sum námsfrøðingur er fakliga væl grundað/ur og kann reflektera yvir títt námsfrøðiliga arbeiði og fremja tað í verki. Vit vænta, at tú er ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og tú er fyrikomandi og álítandi og gevur títt íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum viðvíkur bæði børnum og vaksnum.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú í roynd og veru fært brúkt tína námsfrøðiligu útbúgving saman við støðugum, arbeiðssomum, og royndum starvsfólki.

Starvið sum námsfrøðingur er fast starv við starvsbyrjan 1. mars 2018. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.

UMSÓKN
Umsóknir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 26. februar 2018.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Højgaard Joensen, stovnsleiðara, telefon 271055.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER