Starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til Sjúkraflutningstænastuna til setan 1. mars ella eftir avtalu.

Talan er um tvey føst størv á brøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna, í skiftandi vaktum. Arbeiðstíðin er frá mánadag til fríggjadag, í høvuðsheitum frá kl. 08.00 – 14.00 aðru hvørja viku, og frá kl. 14.00 – 20.00 aðru hvørja viku. Hesar tíðir kunnu broytast,alt eftir virkseminum á deildini, og tá kann arbeiði liggja aðrar tíðir.

Tann, ið verður settur í starv, kemur í stóran mun at taka sær av koyring í sambandi við sitandi flutning. Til henda flutning hevur SFT minni neyðsinjar akfør har bert eitt starvsfólk er knýtt at. Eisini inniber starvið at loysa av sum hjálparfólk í sjúkrabilinum og í samband við portørarbeiði inni á Landssjúkrahúsinum eftir tørvi.

Størvini geva ikki møguleika at útbúgva seg sum viðgerða (NIVO 2), her má vikomandi søkja av nýggjum, tá eitt slíkt starv er leyst at søkja.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki, og fólkum ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 37 fólk. Deildin hevur 14 bilar, íroknað 9 sjúkrabilar, og er túratalið uml. 7000 túrar árliga. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Nýsett starvsfólk skulu hava grundskeið/upplæring, áðrenn tey kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Tey skulu hava vegleiðing frá einum viðgerða, og hava møguleika fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar. Sjúkraflutningstænastan krevur, at tann, ið settur verður, skal upp til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja, at tænastan livir upp til eitt dygdargott arbeiði.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni, og líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

Dentur verður lagdur á

  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur.
  • skal hava havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • fyltur 21 ár
  • at tú hevur reina revsiváttan
  • prógv í 1. hjálp
  • hædd millum 165-190 cm uttan fótbúna
  • góðan fysik og heilsu
  • Fysisk roynd (Cooper test - Beristólur/børa)
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • tú dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 3 mánaðir.

Tað kann vera ein fyrimunur at hava heilsufakliga útbúgving.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og revsiváttan. Samrøður/fysiska royndin verða í viku 8.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Jákup Nolsøe, leiðara, tlf. 304501, lsjakno@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 304502, gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er 19. februar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.

Vinarliga søk starvið her

Leinkja til fysisku royndina trýst her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER