Starvsfólk til Leiðbeiningina á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvfólki til Leiðbeining á starvsbrøki 0,67 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2018 til og við 30. apríl 2019. Starvið er eitt barsilsvikariat. Eisini verður søkt eftir tveimum tímaløntum avloysarum til summarið 2018.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her, og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Leiðbeining er okkara andlit úteftir, og søkja vit eftir einum fyrikomandi og tænastusinnaðum starvsfólki, sum virkar fyri góðum samskifti og greiðari tænastu fyri borgaran og starvsfólkunum. Leiðbeining er eitt fjølbroytt og spennandi starvstað, har uppgávurnar eru nógvar.

Arbeiðsuppgávur eru m.a.

  • Avgreiða telefonsamskifti og umstillingar á Landssjúkrahúsinum
  • Leiðbeina ambulantar sjúklingar, vitjandi og annars øll, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing
  • Avgreiða innan- og uttanhýsis postin
  • Avgreiða skjøl og lyklar til íbúðir, ið verða útleigaðar
  • Arbeiða við THS (cosmic)

Vit vænta, at tú

  • trívist við einum ferðmiklum gerandisdegi og dámar væl fjølbroyttar og skiftandi uppgávur
  • dugir at raðfesta arbeiðið og hevur góðan røkjuskap
  • hevur góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • er jalig/ur og sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • dugir at orða teg í skrift og talu
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur reina revsiváttan
  • skal kunna undirvísa og miðla vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar

Vit kunnu bjóða

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring

Royndartíðin er 3 mánaðir

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Nolsøe, leiðara, tlf. 304501, lsjakno@ls.fo ella til Gunnar Hjelm, varaleiðara, telefon 304502, lsgunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. februar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving skal havast við til samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Vinarliga søk starvið her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER